PDA

View Full Version : Bólkur Skal Arbeiða Fyri Rættindum Hjá Samkyndum



Thorburn
Tuesday, April 5th, 2011, 04:34 PM
mánadagur 4. apríl 2011, kl. 12.00, Dimma.fo

http://www.dimma.fo/admin/public/getimage.aspx?&Image=/Files/billeder/Tidindi/2011/Innanlands/46689_1.jpg&Resolution=75&Compression=90&Width=620&Height=310&Crop=1
Katrin W. Bærentsen er samkynd og býr í Føroyum, men tað fer hon ikki framhaldandi at gera,
um viðurskiftini hjá samkyndum í Føroyum ikki verða greiðari

Bólkur skal arbeiða fyri rættindum hjá samkyndum

Føroyska deildin hjá Amnesty hevur sett ein bólk at arbeiða fyri rættindunum hjá samkyndum í Føroyum. Í løtuni er nógv óvissa rundan um viðurskiftini hjá eitt nú skrásettum parløgum, og tað hevur eisini LGBT Danmark sett sær fyri at fáa greiðu á. Uttan at hava fingið svar enn

Katrin W. Bærentsen er ung og samkynd, og fyribils hevur hon valt at búgva í Føroyum. Her verður hon av nógvum góðtikin, sum hon er, men hóast tað dugir hon illa at síggja, at hon skal halda fram at búgva í Føroyum. Í øllum førum so leingi sum tað ikki er mø guleiki fyri skrásettum parlagi fyri samkynd her í landinum.

Soleiðis segði hon á almennum tiltaki hjá Am nesty International Føroya Deild leygardagin, sum varpaði ljós á rættindini hjá samkyndum í Føroyum. Er munur á at vera samkyndur í Jerusalem og í Føroyum?, var heitið á tiltakinum.

Ljós á evnið
Ógreiðu viðurskiftini hjá samkyndum í Føroyum hava fleiri ferðir fyrr verið umrødd. Til dømis hevur LGBT Danmark (felagið hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum) vent sær til danska løgmála ráð harran við spurningum í vón at fáa eitt greitt svar um, hvussu støðan er hjá einum skrásettum pari, sum flytur til Føroya. Um skrásetta parlagið heldur fram ella verður upployst, tá fólk traðka á føroyska jørð.

Upprunaliga vendi LGBT Danmark sær til Ríkisumboðið í Føroyum við spurningunum, men Rík isumboðið sá seg ikki ført fyri at svara.Enn er einki svar komið úr Danska løgmálaráðn um.

Í januar mánaði í ár tosaði Dimmalætting við Ríkisumboðið og aðrar løgfrøðingar í vón um at koma fram til eitt svar upp á spurningin, men eftir stendur tað, at tað vísir seg at vera nærmast ógjørligt at fáa eitt greitt svar. Tí kann svarið úr løgmála ráðnum í Danmark gerast rættiliga avgerandi, tá tað kemur.

Amnesty stovnar bólk
Nú hevur Amnesty Inter national Føroya Deild so valt at gera nakað við spur ningin um rættindi teirra samkyndu.

Eftir uppskoti frá Katrin W. Bærentsen, gjørdi før oyska deildin hjá Amnesty leygardagin av at seta ein bólk á stovn, sum skal arbeiða fyri rættindunum hjá samkyndum.

Í næstum fer Amnesty so at seta gongd á hetta ar beiðið.

[Source (http://www.dimma.fo/Default.aspx?ID=16&PID=16&NewsID=1361&M=NewsV2&Action=1)]